30.10.2018

Magni Christiansen vitjar

Skúlin skipar javnan fyri sangløtum í skúlanum, og týsdagin 30. oktobur høvdu vit boðið Magni Christiansen at syngja fyri okkum. Hann sang nøkur løg fyri okkum, og vit sungu saman við honum eisini.

Magni endaði sangløtuna við tveimum løgum hjá Shaken Steven, har Magni dansaði til tónleikin.