11.06.2018

4. flokkur á seturskúla við Gjógv

Vit gistu í bygdahúsinum, sum er beint við ánna og stóra hylin við flaka og tunnubátum. Har var sera stuttligt at spæla, og vit fingu nógvar, nógvar karmar. 

Nakrir dreingir fangaðu eisini síl longur niðri í ánni.

Vit vitjaðu í einum spennandi urtagarði, har nógv stuttligt, gjørt úr endurnýtlsutilfari, var at síggja.

Ein gongutúr í hagan fóru vit eisini. Vit gingu niðan á Háls og gingu síðani út á Egg at njóta vakra útsýnið har.

Vit spældu ymisk stuttlig spøl, bæði úti og inni og spurnarkapping var eisini á skránni.

Omma Mikkjal, sum býr við Gjógv, var so blíð, hon bakaði okkum vaflur við róma og rabarbusúltutoyi uppá. Sera væl smakkaði.

Á veg til hús aftur koyrdu vit um Eiðisskarð. Vit kikaðu eftir Risanum og Kellingini og ótu har restina av góðu skuffukøkuni vit høvdu eftir.