25.03.2019

8. flokkur til skúlafótbólt í Vági

Mikudagin var 8. flokkur í Vági til tiltakið Skúlafótbóltur.

6 skúlar við 7 liðum vóru við í kappingini. Okkara flokkur hevði eitt blandað lið, eitt dreingjalið og eitt gentulið. Vit fingu rímiliga góð úrslit í kappingini - vóru nr. 3 og 4 teimum ymisku kappingunum. Vit vunnu nakrar dystir, taptu nakrar og spældu onkran javnleikin eisini. Túrurin í Vági var góður. Tað var gott at sigla, kappingin var væl fyriskipað, okkara næmingar hittu aðrar næmingar í Føroyum, og úrslitini vóru góð. Umframt at spæla fótbólt fóru nakrar næmingar í Pálshøll, meðan aðrir fóru í Torgið.