03.04.2020

Gleðiligar páskir!

Góðu tit øll - næmingar, foreldur, starvsfólk og onnur avvarðandi.

Hesar síðstu tríggjar vikurnar, síðani skúlin stongdi, hava kenst undarligar og "tómar" hjá okkum, sum vanliga plaga at vera í skúla og óivað hjá øllum øðrum við.

Vit hava øll - lærarar og næmingar - roynt sum frægast at hildið skúla, og vit halda, at tað eftir umstøðunum og við sera góðum samstarvi millum heim og skúla hevur eydnast væl. Takk fyri tað!

Okkara vón er, at skúlin skjótt verður opin aftur, soleiðis at vanligi gerandisdagurin aftur kann byrja við undirvísing, práti, spæli og látri. Vit gleða okkum at fáa tykkum veruliga aftur í skúla.

Skúlin vil við hesum orðum ynskja tykkum øllum einar gleðiligar páskir.