29.04.2019

Skera hval upp við bátahylin

Í samband við, at grind hevur verið hildin til í Vágum í morgun, hava foreldur at næmingum gjørt einki minni enn at keypa ein hval, sum í morgin fyrrapartin, verður skorin upp við bátahyiin.

Ætlanin við átakinum er, at næmingar skúlans skulu sleppa at síggja, hvussu hetta verður gjørt, og um hugur er til tess, kunnu næmingarnir eisini hjálpa til við at fáa hvalin til høldar. Ynskja onkrir næmingar at hjálpa til við at skera upp, er sjálvsagt neyðugt, at teir eru klæddir til hetta arbeiðið.