25.05.2019

Danskur flokkur vitjar 8. flokk

Ein danskur 8. flokkur hevur júst verið og vitjað okkara 8. flokk í fimm dagar. 14 næmingar og tríggir lærarar vóru við, og tey búðu í skótahúsinum, meðan tey vóru her. Á ferðini arbeiddu næmingarnir við at gera podvarp, og í hesum sambandi tosaðu teir við nógv fólk, sum fortaldu teimum ymiskar søgur. Okkara næmingar vóru eisini við í hesum arbeiði. Vit vístu teimum eisini nakað av Føroyum. Vit vóru í Bø og Gásadali, í Nólsoy, uppi á Stiðjafjalli, gingu gjøgnum gomlu Havnina, og næmingarnir vóru við teimum í SMS. Umframt tað vístu vit teimum eisini Kollafjørð. Vit høvdu eitt felags hugnakvøld við føroyskum mati, føroyskum dansi, sangi, spølum og spurnakappingum. Fýra næmingar vóru í føroyskum búna, so donsku næmingarnir sluppu at síggja nakað av tí eyðkenda føroyska. Kvøldið var gott, og næmingarnir úr báðum flokkunum komu væl út av tí saman.