02.09.2019

Barnaval á bókasavninum

Fríggjadagin 30. august var barnaval á skránni á bókasavninum. Býarbókasavnið í Havn skipar fyri, og fleiri bókasøvn kring landið vóru við í tiltakinum. Treytin fyri valbæri er, at tú ert 12 ár ella yngri. Tey elstu børnini í barnagarðinum Kura og næmingarnir í 1. til 6. flokki atkvøddu.

Valevnini vóru 12 í tali, og tey lovaðu alt møguligt: ‘Betri kor til smákykt’, ‘Minst eitt klemm hvønn dag’, ‘Ja til kava hvønn dag’, ‘Nei til happing’, ‘Nei til skúlating’, ‘Nei til fastar songartíðir’, ‘Nei til náttúrudálking’, ‘Ja til longri summarferiu’, ‘Mu – alt ber til’, ‘Ja til fleiri kelidjór’, ‘Ja til fleiri trø’, ‘Ja til ymiskleika’.

Valevnini vóru fólk, djór og verur úr barnabókum, sum allar kunnu lánast á bókasavninum.