01.10.2019

Danmarkarferð hjá 9. flokki

9. flokkur hevur verið og vitjað ein danskan 9. flokk, sum eisini hevur verið her og vitjað okkum. Ferðin var sera góð. Føroysku og donsku næmingarnir gjørdu podcasts, vit vitjaðu í ársins bygd í Danmark 2019, Thorup, sum var beint við skúlan, har vit búðu, vóru við strondina og í skóginum, har vit telgdu, spældu ymisk samstarvsspøl, klatraðu og grillaðu. Ein dag vóru okkara næmingar úti og ótu hjá donsku børnunum, og um kvøldið spældu vit ymisk spøl. Vit vóru ein dag í Keypmannahavn, har vit vitjaðu støðini í bókini Sanna gøtubarn, sum vit júst hava lisið. Vit vóru eisini í húsbátinum hjá Dorte, læraranum, sum lá í við bryggju beint uttan fyri Fisketorvet.