31.01.2020

Felags foreldrafundur, týskvøldið 28. januar kl. 19.00

Skúlastýrið skipaði fyri felags foreldrafundi týskvøldið. Umleið 40 fólk møttu til fundin.

Kvøldið byrjaði við, at Hallgrím Hansen, skúlastýrisformaður legði fram ársfrágreiðing frá skúlastýrinum.

Eftir hetta hevði Martin Kúrberg eina framløgu, sum í høvuðsheitum snúði seg um tær avbjóðingar, sum hann í sínum starvi sum leiðari á Frælsinum á Eiði og á Herberginum sær at ung hava. Eisini kom hann inn á sína egnu søgu og tók tað sum ein lið í at skilja frá, hví nógv børn og ung enda í slíkari støðu.

Eftir hetta var ein steðgur, áðrenn Jens Marni Hansen trein á pallin og sang nøkur løg fyri okkum.

Skúlastýrið takkar teimum, ið møttu, fyri løtuna.