07.05.2020

4. flokkur útferð niðan á Dylluna

4. flokkur fór ein túr í hagan í gjár í góða veðrinum. Vit høvdu fingið loyvi at sleppa niðan á Dylluna ein túr, og fóru avstað kl. 10.00. Málið var Fransatoftirnar, sum jú søguliga sæð hava havt stóran týdning. Komin niðan ótu vit matpakka, leitaðu eftir skatti og nutu annars frálíka útsýnið og veðrið har uppi. Oman aftur skreiddu næmingarnir meira og minni, sum myndirnar vísa. Ein frálíkur túrur☺