07.09.2020

6. flokkur við Westward Ho

Mánadagin 31. august var 6. flokkur við sluppini Westward Ho til árligu fiskikappingini, sum Tórshavnar Kommuna skipar fyri. Við á túrinum vóru eisini fleiri foreldur hjá næminginum. Tað sá eitt sindur svart út í byrjanini, men sum tíðin gekk fingu vit bara heilt væl av fiski. Tilsamans fingu vit 96 fiskar. Síðsta ár átti Kollafjarðar Skúli vinnara flokkin, so spennandi er at vita, um vit eisini megna at vinna í ár Ein stuttligur og læruríkur dagur fyri bæði børn og vaksin. Komin aftur til Kollafjarðar, varð fiskurin skorin til flak í bátahylinum. So seinni eina ferð í ár, fara vit at hava eitt fiskakvøld í skúlanum.