15.02.2021

Fastalávint 2021

Í dag hevur skúlin hildið føstulávint. Næmingarnir hava sligið tunnu og aftaná var togtogan millum genturnar og dreigirnar í hvørji deild, og aftaná fingu tey fastalávintsbollar og sunkist.

Tríggjar grýlur, ein í hvørji deild, vunnu heiðurin "Ársins grýla. Í yngstu deild var tað Lý, í miðdeildini Vár og í hádeildini Joana.

Kattakongar gjørdust Teitur og Jóannes í yngstu deild, Rói og Aaron í mið deild og Jógvan og Poul í elstu deild.