06.05.2022

Íslandstúrur hjá 8. flokki - 2022

Flaggdagin 25. apríl fór 8. flokkur saman við Asbjørg, Hallbjørg og Jákupi til Íslands við Norønnu. Vit vóru heppin. Tað var av allarbesta veðrið at sigla.

Týsdagur 26.apríl Komin á Seydisfjørð fóru vit í land, vit skuldu vitja í skúlanum har. Vit vóru sera væl móttikin, blíðskapurin var stórur, Vit vóru boðin til døgurða, ótu bleikju. Áhugavert at síggja teirra umstøður,og hvussu tey fingu alt at bera til, í einum sermerktum skúlabygningi frá 1907. Jákup greiddi íslendsku vertunum frá um Føroyar, kommununa og okkara skúla. Seinni um dagin vóru vit saman við íslendsku næmingunum til flogbóltsvenjing í ítróttarhøllini. Vit gingu eisini túr í bygdini og fóru til handils. Um kvøldið hugnaðu vit okkum umborð á Norrønu, ið var okkara gistingarhús allan túrin. Vit fingu sera góðan mat. Nøkur nýttu høvið at fara í hitapott. Nøkur telvaðu og onnur spældu kort, meðan vit hoyrdu góðan tónleik frá Ólavi á Váli Olsen.

Mikudagur 27. apríl Fóru við bussi til Egilstaðir. Har vitjaðu vit ein uttandura svimjihyl, har vóru eisini bæði heitir og ísakaldir pottar. Eftir eina felags máltíð í býnum, var tíð til at hyggja seg um og at shoppa.

Hósdagur 28. apríl Vit vóru og vitjaðu skiparan á brúnni, tá vit sigldu heim. Komu aftur á Havnina í øllum góðum kl. 16.00

Ein sera góður, hugnaligur og stuttligut túrur sum vit øll fara at minnast afturá við gleði. Eina góða, felags uppliving ríkari.