09.01.2023

Lummalyktatúrur í grunddeildini

Kl 8.00 í myrkrinum í morgun varð farið ein lummalyktatúr við næmingunum í 1.,2. og 3. flokki. Áðrenn klokkan átta vóru nógvar ymiskar lummalyktir vístar fram: stórar lyktir, lítlar lyktir, pannulyktir, blinkandi lyktir og lyktir, sum kundu nógv ymiskt. Hetta var stuttligt. Vit fóru niðan í viðarlundina at spæla og brúka lyktirnar. Onkur av okkum spældu krógva og blunda. Nokk so lætt at krógva seg og líkjast steinum. Tað lýsnaði longu áðrenn kl 9, so tá fóru vit oman í skúlagarðin at spæla, til vit skuldu til morgunsang.