22.02.2023

Føstulávint 2023

Nógvar vakrar og stuttligar grýlur vóru í skúla týsdagin. 
Vit hugnaðu okkum saman í flokkunum, dansaðu føroyskan dans og slógu tunnu, áðrenn vit aftur fóru út í flokkarnar at eta føstulávintsbollar og drekka sunkist. 
Ein grýla í hvørjari deild, varð skýrd ársins grýla og tveir kattakongar vóru til hvørja deild.

Hans Meinhard í 6. flokki skipaði Ormin Langa. Tað gekk avbera væl. 

Bestu grýlurnar í ár vóru Hervør í 1. flokki vann heiðurin á grunddeildini at verða ársins grýla, hon var Olaf - ein so flottur kavamaður, í miðdeildini vann Elias í 4. flokki og punkarin Ása í 9. flokki var ársins grýla í hádeildini. Sigast skal at tað var ikki ein løtt uppgáva at skula velja ímillum allar tær sera flottu grýlurnar og í onkrum føri varð neyðugt at trekkja lut. 

Kattakongar vóru: Boas í 2. flokki, Kirsten í 3. flokki, Ísak og Rakul í 6. flokki og Eyan og Fríði í 8. flokki.