17.04.2023

Sigurd og symfoniorkestrið og MBM

Grunddeildin til konsert við Sigurd Barret og Symfoniorkestrinum, túr niðan í Svartafoss og rundtúr við Tony í MBM

Í morgun, tvs mánamorgunin 17. apríl, var grunddeildin í Havn. Vit byrjaðu dagin í Norðurlandahúsinum, har vit vóru til konsert við Sigurd Barret og Symfoniorkestrinum. Hetta var ein sera góð løta. Sigurd hugtók okkum, bæði næmingar og lærarar. Sigurd er kendur danskur undirhaldari, og vita tit hvat? Hann framførdi á føroyskum! Sera flott. Hann greiddi frá, at tey í symfoniorkestrinum vóru farin at klandrast um hvat ljóðføri var best. øll hildu tey seg vera besta ljóðføri. Aftaná, at kanna varð hvør kundi spæla skjótast, harðast ella spakuligast, var niðurstøðan tann, at júst sum við okkum øðrum, so vóru ljóðførini best saman. Tað bar ikki til at hava eitt symfoniorkestur uttan øll ljóðførini. 
Tá framførðslan var liðug, gingu vit niðan til Svartafoss. Har er altíð vakurt. 

Dreingirnir fóru undan okkum niðan í Mjólkarvirkið, so genturnar sluppu at eta og spæla eina løtu í hugnaliga umhvørvinum við Svartafoss. 
Tá vit komu niðan í MBM fingu vit bæði kitlar, bláar skógleistar og hárnet og tók Tony ímóti okkum og vísti okkum runt. Tony er stóribeiggi Fríða og er fyrrverandi næmingur í Kollafjarðar skúla. 
Hann dugdi væl at vísa okkum runt á virkinum har nógv var at síggja. Í dag kirnaðu tey smør - og ein rúgva av kirnumjólk var stoytt burtur. 
Tá vit høvdu sæð alt, fingu vit kaka ella pop-top afturvið matpakkanum. 
Ein góður dagur saman við fittum børnum við nógvum góðum upplivingum. 
Lærararnir í grunddeildini