02.05.2023
8. flokkur í Íslandi - fráferð og koma
Í gjár kl. 13.00 legði Norrøna frá landi við kós móti Seyðisfirði í Íslandi. Við umborð var 8. flokkur, sum ferð námsferð hagar næstu dagarnar.
Túrurin til Íslands hevur gingið avbera væl, gott veður og gott lag á øllum.
Nú hava vit júst lagt at, og nú eru vit spent upp á sleppa í land. Nógv spennandi er á skrá, og tað fara vit at siga nærri frá her á síðuni seinni í dag.




















