03.05.2023

Íslandsferð hjá 8. flokki - annar dagur

Dagurin byrjaði við, at vit vórðu vakt kl. 8.00. Eftir ein góðan morgunmat stóð bussur klárur at koyra okkum til Egilstaðir, har vit fyrst fóru at ríða. Hetta var sera stuttligt, og ríðitúrurin tók uml. ein tíma. 

Helvtin reið í senn og í meðan spældu hini fótbóltsgolf - eitt spæl, sum vit kundu gjørt okkum í Kollafirði.

Síðani fóru vit til Egilstaðir at eta, keypa og at svimja. Vit vóru aftur umborð á Norrønu kl.17.30, har vit ótu, áðrenn leiðin gekk í Kirkjuna í Seyðisfirði. Jákup hevði avtalað við prest og Dánjal um at møtast har saman við eldru næmingunum úr skúlanum á Seyðisfirði. Teirra næmingar vóru á leið líka nógv í tali, sum vit, so tað hóskaði heilt væl saman í so máta.

Í kirkjuni varð skipað fyri spæli bæði innan og uttandura, grilling umframt, at prestur greiddi okkum stutt frá um kirkjuna og endaði kvøldið við stuttari bøn.

Kvøldið var sera væl eydna, og okkara næmingar hugnaðu sær og prátaðu óført við tey íslendsku.

Klokkan var farin av miðnátt, áðrenn næmingarnir fóru í koyggjuna at leggja seg eftir ein langan, men góðan dag.