04.05.2023

Seinasti dagurin á ferðini

Seinasta dagin at veg heim aftur, var Ronnie Korsager so beinasamur, at vísa okkum runt alt skipið, eitt nú á brúnni og í maskinrúminum umframt økið, har manningin er og býr, tá ið hon er umborð. Hetta var spennandi at síggja.

 

Klokkan umleið 13.00 sóu vit oyggjarnar, og kl. 16.00, lá Norrøna aftur við bryggju, og ein frálíkur túrur var komin at enda.

 

Næmingarnir eiga alt rós uppiborið fyri góðan atburð alla tíðina, vit hava verið burturstødd.