11.05.2023

6. flokkur, árg. 2017, á seturskúla í Hvalba

Í døgunum 9-11. mai hevur 6. flokkur verið í Hvalba á seturskúla. Flokkurin búði í Roynhøllini

Gott er at vera í Hvalba á seturskúla.

Tað var sum á gólvinum á veg suður við Smyrli. Vit sluppu upp á brúnna til skiparan og onkur slapp enntá at royna skiparastólin og stýra skipinum.

Komin til Hvalba fóru vit beint í kolanámið at leita eftir gulli. Væl varð leitað og fleiri funnu gull. Tá tey fingu at vita, at tað bert var krákugull, blivu tey eitt sindur skuffað.

Meðan vit ótu døgurða kom mostir Siri forbí og fortaldi okkum um sjórænarar og søgnina um døglingarnar.

Vit vitjaðu skúlan dagin eftir. Tey vóru so sera blíð við okkum. Vit spældu og hugnaðu okkum saman og fingu smoothie frá teimum.

Annars dippaðu og vassaðu vit í góða veðrinum. Vit fóru busstúr at síggja Suðuroynna, Vágseiði og ganga út í Holið í Hellu.

Tað er av allar fagrasta veðri, sólin skínur og tað er stilt. Um kvøldi hugnaðu vit okkum á sandinum og spæliplássinum og grillaðu skúmfidusar.

Síðsta dagin var eftir at rudda, tá ið morgunmaturin var etin, og so umborð á Smyril norður aftur til hús.

Ein sera góður seturskúli var at enda komin.