23.05.2023

Nógv spennandi hendir í 3. flokki

Í 3. flokki hendir nógv. Onkuntíð samstarva vit við aðrar flokkar. Tað er bæði gott og stuttligt.

Onkuntíð, tá teir stóru flokkarnir hava manglað ein lærara, hava vit gjørt eitt lesisamstarv við triðja flokk. Ofta hevur hetta samstarvið verið við næmingarnar í 5. flokki, men herfyri manglaði 7. flokkur ein lærara og vit spurdu, um tey vildu lesa og gera uppgávur saman við okkum í triðja. Sum myndirnar vísa, so var hetta nakað, øll hildu var gott. Næmingarnir í triðja fingu góða lesivenjing saman við einum skilagóðum stórum næmingi - eisini var møguligt, at fáa hjálp til at loysa ymsu uppgávurnar, sum hoyrdu til dagsins tekst. Sum lærari var tað so gott at síggja gleðina og arbeiðshugin hjá bæði yngra og eldra næminginum. Tey eldru dugdu sera væl at stuðla upp undir við góðum orðum. "Hatta var sera væl lisið", "Skal eg hjálpa tær við uppgávunum" ella "Hatta gjørdi tú ordiliga skjótt og gott" ella "tú dugir so væl", hoyrdist millum tey øll. 

At samstarva á henda hátt er ikki bert gott fyri lesingina, men so avgjørt eisini fyri sosiala partin. Fyri tey eldru at vera fyrimynd og kenna ábyrgd - og ikki minst at fáa eina uppgávu, sum tey megna væl. Fyri tey yngru at læra tey eldru at kenna gjøgnum nakað gott og hugaligt, er ikki at forsmáa heldur - og so at fáa ódeilt uppmerksemi frá einum, sum tímir at lurta og hjálpa - uttan at skula bíða eftir tørni er eisini sera gott. Hendan dagin manglaðu nøkur børn í triðja, so nakrir næmingar vóru so hepnir at fáa tveir hjálparar :) 

Í triðja flokki eru vit samd um, at tað er gott at hava samstarv við aðrar flokkar av og á. 

At vit so eisini enda samstarvið við onkrum spæli, ger tað ikki verri.