23.05.2023

Gongutúrur við 3. flokki

Vita tit, at tað ber til at fáa dupult stigatal til rørsludagbókkna, um ein vaksin kemur við tær at ganga ein túr? Ella at gera okkurt annað saman við einum vaksnum?

Hóast dagurin í dag var merktur av regni, so var ein løta har ikki ein dropi kom niður. Triðji flokkur var skjótur at spyrja, um vit ikki kundu fara ein túr - eg hevði jú sagt teimum, at um tey fingu ein vaksnan við sær at ganga túr, so bar til at økja um stigatalið í rørslubókini. So øll tey, sum vóru í skúla í dag í triðja flokki kunnu fáa tubult stigatal fyri at ganga túr í ein hálvan tíma saman við einum vaksnum:) 

Vit gjørdu skjótt av og gingu okkum ein túr út til reiggjurnar í Homrum. Men tá mann fer túr við einum lærara, ber illa til at sleppa undan at læra okkurt á vegnum.
Sum barn ótu vit oftani sýru. Tað smakkaði sera væl, so tá ein av børnunum tugdi eitt sýrublað, prátaðu vit um tað. So fóru vit at finna sýrur og at smakka tær. Enn smakka tær líka væl, sum tá eg var barn. Tað vóru fleiri í triðja flokki, sum smakkaðu sýrur fyri fyrstu ferð. Onkur helt, at tær vóru í so súrar, men restin av okkum dámdu væl.
Hevur tú smakka sýru? 

Hóast várið er komið, so vóru várhagasóljurnar og summardáirnar eitt sindur smædnar. Vita tit hví? 

Veitst tú hvar mýrusóljan veksur?

Og hvussu okkara tjóðarblóma eitur? 

Um tit ikki vita nakað av hesum, ber til at spyrja onkran í triðja flokki :) Eg vænti tey vita.