08.03.2024

Fótboltskapping í mið- og hádeild

Við skúlaársbyrjan gjørdi næmingaráðið av at skipa fyri eini fótbóltskapping millum næmingar í mið- og hádeild.

Ein kassi varð settur upp í miðhøllini, har næmingarnir kundu leggja ein lepa í við sínum navni, um tey vildu sparka við í kappingini. 
Tá avtornaði høvdu 40 næmingar meldað seg til. Og vit fingu 6 lið, sum kappaðust móti hvørjum øðrum.
Nógv varð gjørt burturúr í næmingáðnum, fyri at fáa liðini so jøvn, sum til bar. Og væl vóru tey skipað. Tvær ferðir máttu vit hava longda dystartíð, fyri at finna ein vinnara og báðu ferðirnar endaði tað við straffikapping, áðrenn ein vinnari kundi finnast.
Tá kappingin var liðug, stóð lið 1 við Ove í 9., Jónhild, Dániel, Frederik øll í 8., Drós og Mikkjal í 5. og Jóan Mikal í 4.  - tey vunnu eitt páskaregg í part.

Eftir kappingina vóru fleiri næmingar, sum hildu, at hetta var nakað, sum næmingaráðið burdi skipað fyri aftur.