17.04.2024

8. flokkur í Íslandi - 1. og 2. dagur

Tað vóru spentir næmingar, sum fóru umborð á Norrønu á middegi mánadagin.

Tað var skjótt vit funnu kømurini, og síðani brúktu vit tíðina við at spæla og hugna okkum umboð, meðan vit sigldu til Íslands.

Tíðliga týsmorgununi løgdu vit at, og eftir ein góðan morgunmat fóru vit til gongu runt í Seyðisfirði. Vitjað var í handlinum og á mekaniska savninum. Síðani lá leiðin aftur umborð, tí tá stóðu pottarnir og bíðaðu, sum flokkurin hevði leigað.

Seinnapartin møttu vit í ítróttarhøllini har Dánjal saman við leiðaranum fyri teirra frítíðarhúsið skipaði dagin og kvøldið fyri okkum. Okkara næmingar brúktu tíðina saman við Íslendsku børnunum á teirra aldri. Tað var bæði stuttligt og lærandi fyri okkum øll.