18.04.2024

8. flokkur í Íslandi - 4. dagur

Dagurin var heldur friðarligari enn hinir báðir í Íslandi. Vit sluppu at sova til kl. 8.30 og eftir morgunmatin, høvdu vit avtalað við leiðaran umborð at vísa okkum runt skipið.

Vit sóu, hvar manningin býr, og hvar goymslan av matinum og góðgæti er. Vit vóru uppi á brúnni og sóu, hvussu skipari og stýrimenn arbeiða, og somuleiðis sluppu vit niður í maskinrúmið at síggja stóru motararnar og at tosa við maskinmeistarar og maskinmenn, ið arbeiddu har.

Tá ið rundvísingin var av, tóku vit okkum av løttum, áðrenn vit fingu at eta á matstovuni. Tá sóu vit eisini Føroyar aftur:-)

Nú er bert eftir at rudda kømur og gera okkum klár at fara í land.

Ein stak góður og læruríkur túrur er at enda komin.

Takk fyri túrin!