05.05.2024

Næmingaráðsarbeiðið er eisini sera áhugavert.

  • Her sita okkara luttakarar: Andreas, Eva, Boas, Gisleyg og Johannes
  • Inni í stóru hølunum hjá DSE
  • Á vegginum eru myndir av for- og næstforfólkunum síðstu 20 árini. Fleiri av hesum eru kend fólk í dag. Nógv av teimum eru politisk aktiv.
  • Fráfarandi forkvinnan. Her verður formansfrágreiðingin lisin.
  • Okkara næmingar vóru eisini við í einari podcast, Skolegården. Tey snakkaðu um, hvussu tað var at vera partur av næmingaráðnum í Føroyum.
  • Ein av næmingunum, sum stillaði upp til næstforpostin í DSE - hon vann valið.
  • Hesi vísa uppskot til, hvussu skúlin kann mennest innanfyri KT. Tey høvdu arbeitt í bólki, saman við fleiri øðrum næmingaráðum.
  • Hvørja ferð eitt uppskot var lagt fram, var møguleiki at koma við viðmerkingum. Fyri at sleppa at viðmerkja, skuldu tey skriva seg upp á eitt kort, sum tey á myndini, og geva orðstýrarunum kortið. Her eru vit komin uml í helvt við aðalfundinum og rættuliga nógv hava tikið orðið. Tey dugdu sera sera at orða seg.
  • Her sita tey og arbeiða í bólkum.
  • Ein orðabók varð latin luttakunum, so lættari var at skilja ringu og nýggju hugtøkini.
  • Alt var sera væl fyriskipað. Her stendur ein og tekur ímóti næmingunum, sum koma frá øllum landinum. Herfrá var so eitt annað hjálparfólk, sum fylgdu næmingunum til skúlan, sum vit skuldu vera í.
  • Øll tey í bláum vóru hjálparfólk í aldrinum 18-25. Tað vóru tey, sum skipaðu alt tiltakið saman við nevndini í DSE
  • Borðini eru sett soleiðis, so næmingarnir skuldu kunna hugsavna seg um tað, sum hendi frammanfyri teir.
  • Hesi vísa uppskot til, hvussu allir næmingar kundu fáa eina heita og heilsugóða máltíð hvønn dag. Grundgevingarnar vóru góðar, m.a. at børn læra betri, um tey hava etið væl.
  • Casper Schmedes - ein ung eldsál. Hann var høvuðsfyriskiparin av tiltakinum.
  • Her síggjast nakrar av orðafrágreiðingunum í orðabókini.
  • Ársins næmingavinaliga kommuna. Fredensborg kommuna hevði sett í verk ymisk tiltøk, so trivnaðurin millum næmingarnar var økt.
  • Alt var sera væl skipað. 150 næmingar í aldrinum 6.fl til 1.miðnám luttóku. Í fall at tørvur var á onkrum um náttina, so vistu øll, hvønn tey skuldu venda sær til.
  • Her sita orðstýrararnir. Øll í aldrinum 18-24.
  • Tá atkvøðast skuldi fyri ella ímóti var luttakakortið lyft upp, so orðstýrarnir kundu telja.
  • Ymsir mátar at hava bólkaarbeiði - her standa tey og kjakast.
  • 19. apríl. Skrá fyri dagin
  • 20. apríl - skrá fyri dagin - og hon er ikki stutt!
  • 21. apríl. Skrá fyri dagin. Vit vóru tó noydd at fara áðrenn tiltakið var heilt liðugt, tí annars náddu vit ikki flogfarið heim.

Her eru vit til aðalfund í Danmark. Fyri at menna næmingademokrati, skal eitt ávíst arbeiði gerast. Lærarin skal geva pláss, og næmingarnir skulu eisini hava eitthvørt upp á hjarta. Hetta er arbeiði, sum alla tíðina skal mennast.

Fyrst í februar fekk næmingaráðið í Kollafjarðar skúla eina innbjóðing til aðalfund í danska fólkaskúlafelagnum Danske skoleelever. Vit gjørdu av at kanna, um møguligt var at fáa fígging og fara av stað. Vit fingu beinanvegin munnliga tilsøgn frá ymsu stuðlunum. Vit spurdu næmingaráðið í Fuglafirði, um tey vóru áhugað í at koma við okkum niður til aðalfundin. Tað høvdu tey. 

Ú Kollafjarðar skúla vóru tað Andreas, sum er formaður í næmingaráðnum, Gisley, sum er næstforkvinna í næmingaráðnum, Boas, fyrrverandi formaður í Kollafjarðar næmingaráðið umframt Fríðbjørg, sum fóru avstað. Úr Fuglafjarðar skúla, vóru tað Johannes og Eva, sum umboðaðu næmingaráðið, umfram Andrias varaskúlastjórin, sum komu við okkum. 

Undirvísingarstýrið, Tórshavnar kommuna, Fuglafjarðar kommuna og Føroya Lærarafelag stuðlaðu ferð og uppihaldi, so hjá okkum var bara at fara avstað. 

Vit fóru við fyrsta flogfari úr Føroyum fríggjamorgunin 19. apríl. Komin á flogvøllin í Kastrup vóru vit móttikin av einum av ungu fólkunum, sum arbeiða hjá DSE (Danske SkoleElever), hon fylgdi okkum til tokið og allan vegin til skúlan í Århus. Hetta var fantastiskt. 

Í tokinum sótu vit øll saman og vit blivu øll skjótt vinir. Tey frá Fuglafirði vóru fitt, stuttlig og nem at vera saman við. 

Umstøðurnar at sova vóru ikki so øgiliga góðar, næmingarnir svóvu í eini skúlastovu á liggiundirlag, men tað gekk sjálvandi væl. 

Maturin var góður - tey ungu, sum hjálptu til vóru alt frá fyriskiparar, kokkar, náttarvaktir, teknikkarar og alt møguligt annað, sum neyðugt var at tryggja var í lagi. Hetta gjørdu tey sera væl. 

Sjálvur aðalfundurin 20. apríl var áhugaverdur og góður, men rættuliga langur. 

Tað vit løgdu merki til at serliga tað, at tá eitt uppskot var lagt fram, var ikki loyvt at klappa. Øll kundu gera viðmerkingar til uppskotini - heldur ikki tá var loyvt at klappa. Ikki fyrr enn eitt uppskot var viðtikið ella fall klappaðu vit. Hetta var fyri, at øll skuldu kenna seg tryggan at siga sína meining, bæði tey, sum kendu nógv, og tey, sum vóru til sín fyrsta aðalfund og fyrstu ferð tók orðið. 

Hetta riggaði fyrimyndarliga væl. 

Á aðalfundinum vóru bæði long og drúgv orðaskifti, stuttligar løtur, góður matur og so ein sera góð veitsla. 

Tað serliga við aðalfundinum var, at hon var fyriskipað av næmingum og eingin annar lærari var til staðar enn teir føroysku lærararnir, sum bert høvdu eygleiðarastatus. 

Vit flugu heim aftur sunnukvøldið 21. apríl, móð, men bæði glað og full av góðum upplivingum, sum vit heilt sikkurt kunnu brúka í framhaldandi arbeiðinum við at fremja næmingademokrati í Føroyum, føroyskum fólkaskúlanæmingum at frama.