05.05.2024

Næmingaráðsarbeiði framhald

  • Her eru vit so øll: Næmingaráðini í Fuglafjarðar og Kollafjarðar skúla saman við lærarum og umboðum fyri UVS, Nám og BÚMR
  • Dúgliga verður kjakast um, hvat næmingar og lærarar skulu duga í mun til næmingaráðsarbeiðið
  • Her verður vitjað inni á Próvstovuni
  • Fundarvirksemið inni á Námi
  • Tað er eisini stuttligt at kjakast um áhugaverd evni
  • Her greiðir Magnus Tausen frá virkseminum inni á Námi
  • Tóra hevði bjóðað okkurt gott til fundin.
  • Aftanfyri næmingarnir sita fleiri og eygleiða og fylgja væl við í kjakinum.
  • Gott at kunna samstarva tvørtur um skúlarnar
  • Her heilsa næmingarnar upp á Hjalmar Hansen, stjóra í Undirvísingarstýrinum

Næmingaráðini í Kollafjarðar skúla og í Fuglafjarðar skúla vóru boðin til fundar í Námi fríggjadagin 3. mai

Fríggjadagin 3. mai møttu vit talsterkt upp á Námi í Havn. Vit, saman við næmingaráðnum í Fuglafjarðar skúla. Endamálið var at geva Tóru, trivnaðarráðgevanum í Námi, góð ráð og hugskot til, hvussu vit vaksnu kunnu stuðla undir næmingademokratii og ikki minst at styrkja um næmingaráðsarbeiðið úti í ymsu skúlunum í landinum. 

Áðrenn fundurin byrjaði skuldu næmingarnir siga, hvørjir teir vóru og, hvørjum skúla teir komu frá. Aftaná tað, vóru teir vístir runt í húsinum. Greitt var frá, hvat tey á Námi arbeiddu við. Magnus greiddi frá bókaframleiðslum og royndartilfari. Próvstovan varð eisini vitjað. Næmingaráðini sluppu eisini ein túr upp í Undirvísingarstýrið og har heilsaðu tey m.a. annað upp á Hjalmar, sum er stjóri har. 

Á fundinum var m.a. spurt  um, hvat hevði týdning, tá næmingaráðini arbeiða, og hvat næmingarnir hava tørv á at læra, tá teir bjóða seg fram til næmingaráðsarbeiði. Nógv góð hugskot vóru løgd fram: Næmingar skulu tora at siga sína meining, karmarnir skulu vera tryggir, so hetta kann lata seg gera. Neyðugt er at læra, hvussu farast skal fram frá hugskoti til handling, so alt ikki bara endar við snakki. Tað er eisini neyðugt at hava tað stuttligt, meðan man arbeiðir. Og hvussu fær man fígging til kostnaðarmikil tiltøk?
Hetta var bert ein brotpartur av tí, sum Tóra fekk frá skilagóðu næmingunum frá skúlunum báðum í mun til, hvat næmingunum tørva vitan og kunning um. 

Nakað av tí, sum næmingarnir hildu at lærararnir, sum hava næmingaráðini um hendi skulu duga er m.a. at lurta eftir hugskotum, lærarin skal ikki dominera og trýsta egna meining inn, og hann skal hjálpa næmingunum við at fáa hugskot framd í verki - eisini um hetta kann miseydnast - tí eisini har er lærdómur. Lærarin skal duga at lofta hugskotum.

At næmingarnir vóru tiknir í álvara var einki at ivast í, tí við til fundin vóru bæði Magnus Tausen frá undirvísingarstýrinum og Jenny Lydersen frá BÚMR.

Kanska førir hetta til ein fund við landsstýrismannin í skúlamálum?