19.05.2024

Støðan, nú verkfall er.

Boðini frá skúlamyndugleikunum eru í stuttum, at skúlagongdin ikki skal niðurleggjast, men møguliga tillagast, sjálvt um eingin reingerð er á skúlum.

Týsdagin verður vanlig skúlagongd hjá okkum, men vit ætla týsdagin at ráðføra okkum við kommununa um, hvussu leingi hon metir, at tað er ráðiligt hjá okkum at hava skúlan opnan, uttan at eitt nú wc-ini  verða vaskað. Nærri boð um komandi dagarnar koma tá.

Prótøkan verður sum ætlað.

Ynski tykkum øllum eina gleðiliga hvítusunnu.