31.08.2024
Árligi rennidagurin var fríggjadagin 30. august
Aftur í ár hava vit skipað fyri rennidegi. Tey flestu runnu ella gingu 5km - tað vóru tó nøkur, ið runnu bæði 10, 15 og 20 km
Sum vanligt runnu tey elstu barnagarðsbørnini við okkum.
Ein góður og hugnaligur dagur við nógvum glaðum børnum og vaksnum, sum fingu eina løtu úti við rørslu og góðum felagsskapi í góðum veðri.
Aftaná fingu børnini vatn og frukt í skúlanum.