23.10.2024
Uppstillingarfundur til skúlastýrið
Mánakvøldið 28. oktobur kl. 19.30 verður uppstillingarfundur til skúlastýrið
Endamálið við fundinum er at kunna foreldrini um arbeiðið í skúlastýrinum, og um valið til skúlastýrið. Somuleiðis verður í stuttum komið inn á heimildir og reglur í mun til skúlastýrisvalið og virksemið hjá skúlastýrinum sum heild.
Skúlin vónar, at foreldur møta fjøment til fundin og at fleiri eisini eru, sum hava hug at bjóða seg fram at manna foreldraumboðini í skúlastýrinum.
Drekkamuður verður at fáa