23.01.2025

Handan av skrivliga tilfarinum til eigararnar av barnaverkætlanini

Í dag hava umboð fyri næmingaráðið í Kollafjarðar skúla verið aftur í Norðurlandahúsinum til hátíðarløtu, barnaverkætlanararbeiðið nærkast endanum. 
Hjá okkum slapp næstformaður okkara, Teitur, at handa yngsta landsstýrisfólkinjm fyrsta ætlanarskrivið við øllum tí, børnini hava skrivað um teiri meiningar um, hvat eitt gott barnalív er. 
Hetta hevur verið stórt arbeiði, har okkara næmingaráð, saman við restini av skúlanum hava verið virknir luttakarar, bæði 20. novembur og í gjár og í dag.

Á myndunum síggja vit fleiri av fólkunum, sum hava verið við, men eisini myndir av, hvussu nakrar av verkstovunum hava verið skipaðar. 
umframt tað eru seks myndir av samanumtøkum av øllum tí, sum nærum 100% av øllum skúlabørnum í Føroyum halda um ymisk viðurskifti. 
Tað verður sera áhugavert at skeppa at lesa fyrsta úgkast av eini føroyskari barnalóg, har føroysk børn hava havt eina sera aktiva rødd um egkn viðurskifti.