24.01.2025

1. hjálparskeið hildin í skúlanum

Í hesi vikuni hevur Jákup av Skarði vegna Reyða kross Føroya hildið skeið í 1. hjálp á skúlanum. Týsdagin tóku starvsfólkini endurskeið í 1. hjálp og mikudagin fingu 7. og 8. flokkur skeið í grundleggjandi 1. hjálp. Eitt sera viðkomandi og gott skeið, sum øll lótu væl at.