Deiligar løtur í skúlanum
Í skúlanum bæði gera og læra vit nógv meiri enn bara at lesa, rokna og skriva.
Vit leggja stóran dent á trivnað og annars at menna alt barnið.
Í tímunum arbeiða vit sjálvandi við bókum og bæði lesa, rokna og skriva, men onkuntíð sleppur man at seta seg á bókasavnið at arbeiða, og onkuntíð arbeiða vit meiri klassiskt inni í stovunum.
Og av og á handlar læringin meiri um samstarv og at menna tað sosiala saman við næmingunum.
Fáir skúlar hava so góðar uttandura umstøður, sum vit hava her.
Fótbólturin fyllir nógv hjá summum, men onnur byggja byrgingar hvørt fríkorter í ánni, onnur hoppa band - sum tit síggja á myndunum, fangaði eg tveir skúlastýrislimir, sum hoppa band saman við stjóranum, og aftur onnur reiggja, dansa ella spæla ymisk spøl.
Tað er gott at ganga í skúla í Kollafirði





















