11.04.2025
Spøl og spælivanar
Í 10 vikur hava næmingar í grunddeild kunnað spælt terninga- og flytispøl úr einum spælihefti frá skúlanum tvær ferðir um vikuna.
Stóri vinningurin var at ogna sær tann vana at spæla borðspøl regluliga.
Sum ein síðuvinning vann ein úr hvørjum flokki eitt yatzy spæl.
Øll fingu miniegg og eitt páskahefti at lita í.




