30.04.2025

8. flokkur á Íslandsferð - ferðafrásøgn 1. dagur

Íslandsferð hjá 8. Flokki 29. apríl til 2. mei 2025

Vit møttu øll á Farstøðini kl. 11.00, og eftir at hava tikið felags mynd og sagt foreldrunum farvæl, fóru vit spent umborð at finna kømurini hjá okkum og at finna okkum til rættis.

Flokkurin samlaðist saman við lærarunum til ein stuttan fund at tosa um skránna fyri dagin, og at minna okkum á reglur og atburð á túrinum, og síðani fóru vit at fáa okkum at eta umleið kl. 13.00.

Restin av seinnapartinum varð nýttur til hugna, spæl og at taka sær av løttum í góða veðrinum.

Eftir at hava etið døgurða á matstovuni Skansagarði, valdu nøkur at fara í hitapottarnar umborð, meðan flestu av hinum møttust, sum vit høvdu avtalað at spæla ymisk spøl í bókasavninum kl. 20.00.

Men júst tá skipaði Smyril Line fyri eini tónleikaspurnarkapping har, sum vit valdu at luttaka í saman við hinum ferðandi umborð. Flokkurin varð býttur í tveir bólkar og tað gekk somikið væl, at annar bólkurin vann kappingina, meðan hin bólkurin gjørdist nummar 2.

Báðir bólkarnir vórðu heiðraðir við vinningi, og fyriskiparin endaði kappingina við at biðja okkara næmingar standa á pallinum, og meðan tónleikurin rungaði í bakgrundini fekk hann tey saman við sær at dansa frammanfyri øllum hinum, sum vóru har og eisini luttóku í dansinum á sínum plássum. Ein sera góð og stuttlig løta.

Avtalað var, at vit fóru at leggja okkum kl. 23.00, og friður var í kømurunum, áðrenn klokkan var farin av midnátt.