02.05.2025
8. flokkur á Íslandsferð - ferðafrásøgn 3. dagur
Eftir morgunmatin fóru vit ein gongutúr í Seyðisfirði, har vit hugdu eftir ymsum áhugaverdum í bygdini. Eisini hugnaðu vit okkum á spæliplássinum eina løtu, áðrenn vit fóru í bussin, sum koyrdi okkum til baðilandi Vøk. Eitt frálíkt stað, sum heilt víst er vert at royna.
Eftir hetta lá leiðin aftur til Egilstaðar, har møguleiki var at keypa eitt hvørt, áðrenn vit fóru til Seyðisfjarðar og umborð.
Tá ið døgurðin var etin kl. umleið 20, loysti Norrøna frá landi. Restina av kvøldinum tóku vit okkum av løttum við práti og spølum.
Friður var, tá ið klokkan var farin av midnátt, og enn ein góður dagur var farin um aftur bak.























































